2018-11-20 11:09
Uppsjóvarskipið Jupiter verður á Tvøroyri seinnapartin, har teir skulu landa.
Jupiter hevur verið á sildaveiðu norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Upplýst verður, at teir hava 1400 tons av góðari sild, sum skal landast til Varðan Pelagic.
Ætlanin er at fara aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald