Innanlands

Jupiter hevur roynst sera væl

Jupiter hevur verið í føroyska flotanum í eitt knapt ár, og skipið hevur roynst væl

Jupiter (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jupiter (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2024-01-07 11:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í februar í fjørð, at felagið P/f Jupiter í Kollafirði yvirtók hetlendska uppsjóvarskipi Altaire, sum fekk navnið Jupiter, og avloysti eitt eldri uppsjóvarskip hjá felagnum við sama navnið.

- Jupiter hevur roynst væl, sera væl og hetta er eitt fantastiskt skip, sigur Jógvan Martin Ferjá, reiðari.

- Vit hava júst keypt eitt nýtt trol, sum gapar eini 70% meira, og tó ikki tyngri at toga við, tað eru vit rættuliga spentir uppá at royna nú svartkjaftatíðin er byrjað, sigur reiðarín víðari við fiskur.fo.

Reiðarin leggur aftrat, at við nýggja trolinum minkar oljunýstlan eisini fyri hvørt kilo av fiski, sum skipið fiskar.

Jupiter hevur fiskað nakrar fiskivinnuroyndir í 2023 fyri ymisk virkir, sum fingu hesar kvoturnar tillutaðar, og reiðarin sigur, at enn er ov tíðliga at siga hvussu hetta hevur eydnast, av tí at árið 2023 júst er liðugt.

- Tað velst sjálvandi um sølu og annað av vøruni, sum virkini hava framleitt. Vit hava bara fiskað kvotuna, sum virkini fingu tillutað, soleiðis at tey kunnu framleiða vøruna, sum er í umsóknini tey hava sent inn, og tað eru tær síðstu hendurnar nú í gond við at framleiða, so tað verður spennandi hjá teimum.

Jupiter er í løtuni staddur á svartkjaftafeltinum sunnanfyri í føroyskum sjógvi, har flestu føroysku uppsjóvarskipini fiska í løtuni. 

Eisini er meginparturin av íslendska uppsjóvarflotanum komin í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder