2026-02-03 19:36
Uppsjóvarskipið Jupiter kom í dag til Træna, har skipið skal landa sild.
Jupiter hevur verið á sildaveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
- Vit hava havt hampuligan fiskiskap, og hava ikki fiskað alla sildakvotuna enn. Restin verður goymd til Norðborg, tá ið hon fer at fiska restina av kvotuna í heyst, sigur Jób Rasmussen, skipari.
Tá ið Jupiter hevur landað, verður kósin sett móti Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald