Innanlands

Jupiter skal landa sild í Fuglafirði

Jupiter skal landa 630 tons av sild í Fuglafirði í morgin

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-13 20:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter er ávegis á Fuglafjørð, harskipið skal landa sild.

Jupiter hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Ein partur av veiðuni skal landast til Tavuna, meðan størsti parturin verður landaður til Pelagos.

Upplýst verður at Jupiter bert hevur fiskað í eitt døgn, og hevði tvey tov hendan túrin.

Tá ið liðugt er at landa, fer Jupiter aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder