Innanlands

Jupiter skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Jupiter skal landa umleið 2.200 tons av svartkjafti til Havsbrún

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-01-10 18:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Jupiter hevur umleið 2.200 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún í Fuglafirði, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Tá ið Jupiter hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder