Innanlands

Jupiter verið til 20 ára klassing

Uppsjóvarskipið Jupiter hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, har skipið er klassað

Jupiter (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2024-06-05 07:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, har skipið hevur verið til 20 ára klassing.

- Vit hava klassað skipið, og hevur hetta tikið okkum nakrar vikur. Eitt núskift pakning og annað, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.

Hetta er nakað sum sakl gerast fyri at skipið sleppur vera í klassanum, og er góðkent til at fara til fiskiskap.

Verkfallið ávirkar sildafiskiskapin

Seinastu vikurnar hevur verkfallið ávirkað ymsu arbeiðsplássini runt umkring í Føroyum, og hetta hevur eisini ávirkað fiskiskapin hjá eitt nú Jupiter.

- Eftir ætlan skuldu vit verið farin at fiskað heystgýtandi sild, men av tí at tað ikki er møguligt at landa veiðuna í Føroyum, sleppa vit ikki til fiskiskap, sigur reiðarin.

Reiðaríið hjá jupiter hevur sent umsókn til Fiskimálaráðið fyri nøkrum vikum síðani, men hevur einki færtt aftur.

Vertíðin eftir heystgýtandi sild plagar at vera um hesa tíðina, og nú er vertíðin skjótt av, og tað kemur at merkjast fíggjarliga.

- Vit hava 800 tons av heystgýtandi sild, sum vit ikki sleppa at fiska, og tað merkir at vit missa eina inntøku á millum 3-4 milliónur krónur, sigur reiðarin, og sipar til, at kiloprisurin plagar at liggja um 4-5 krónur kilo.

Reiðarin leggur tó aftrat, at sildin møguliga kann fiskast seinni í ár, men tá er hon verri at fiska og eisini dýrari, sum merkir minni lønsemið fyri reiðaríið.

Talan er tó ikki bara um Jupiter, sum merkir avleiðingarnar av at skipini ikki sleppa í gongd við sildafiskiskapin, tí flestu uppsjóvarskipini hava kvotu eftir heystgýtandi sild, tó eru kvoturnar ymsar í støddum hjá hvørjum skipinum.

Flestu uppsjóvarskipini liggja í løtuni, tó eru nøkur framvegis á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Svartkjafturin er landaður í Íslandi, Danmark, Noregi ella í Írlandi síðani verkfallið byrjaði trimum vikum síðani.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder