Innanlands

Kanska møguligt at framsiga svartkjaftastovn

Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð boð uppá, hví tilgongdin broytist so sera nógv frá ári til annað

2025-07-10 11:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski.

Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð boð uppá, hví tilgongdin broytist so sera nógv frá ári til annað.

Umskiftiligt luftrák vestan fyri Írland stýrir havumhvørvinum við gýtingarleiðirnar hjá svartkjafti, sum so aftur avgerð hvussu nógv egg og yngul yvirliva. Hendan vitan kann gera tað møguligt at framsiga tilgongdina til stovnin upp til eitt ár frammanundan.

Um hetta veruliga eydnast, kann tað stuðla undir okkara umsiting og gagnnýtslu av hesum vistfrøðiliga og búskaparliga týdningarmikla fiskaslagi, skrivar Havstovan á netinum í dag.

Føroyingarnir Hjálmar Hátún og Jan Arge Jacobsen hava verið við til at skriva umrøddu grein, ið er er útgivin í tíðarritinum ICES Journal in Marine Science, og kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder