2023-05-14 08:27
Uppsjóvarskipið, Katrin Jóhanna, hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Katrin Jóhanna hevur fiskað umleið 1.800 tons av svartkjafti, sum teir byrjaðu at landa til Havsbrún á middnátt.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Katrin Jóhanna hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna fyri í ár, sum var umleið 18.000 tons.
Skipið fer nú til Mest í Havn, har ymiskt viðlíkahald skal gerast við skipið og síðani verður farið á makrel seinni í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald