Innanlands

Katrin Jóhanna landar svartkjaft í Fuglafirði

Katrin Jóhanna landar í løtuni 1.800 tons av svartkjafti til Havsbrún

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-12-07 20:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom í morgun á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Katrin Jóhanna hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Byrjað bleiv at landa beint sum skipið kom inn, og veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder