Innanlands

Katrin Johanna landar svartkjaft í Fuglafirði

Katrin Jóhanna skal landa 1.800 tons av svartkjafti til Havsbrún

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2025-02-01 21:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Katrin Jóhanna hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Við til lands hevur skipið 1.800 tons, sum verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til foður.

Tá ið liðugt er at landa, fer Katrin Jóhanna aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder