2023-08-06 18:26
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna skal landa makrel til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.
Katrin Jóhanna hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan, sum er 720 tons, verður landað til Havsbrún, har makrelurin verður framleiddur til fóður.
Katrin Jóhanna byrjar at landa klokkan 21 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald