- Eg kann siga fyri meg og fyri flestu av manningini, at vit kendu okkum væl her umborð á Trónda, ja, kendu okkum “heima” heilt frá fyrsta degi – um tað kann sigast soleiðis um at vera umborð á einum skipi.
Tað sigur Emil Petersen, skipari á Trónda í Gøtu.
- At fara frá Jupiter og umborð á Trónda var ein stór og góð broyting. Ikki tí, Jupiter royndist okkum væl, men Tróndur er nýggjari, størri, betri útgjørdur og liviumstøðurnar eru betri.
Tað er ofta buldrasligt at royna um veturin og serliga vestanfyri Írland, so tað er gott við góðum skipum, sigur hann.
- Gongdin hevur verið brúkilig, men tað var kanska í so nógv æti í fiskinum ta fyrstu tíðina. Vit byrjaðu nokk í fyrra lagi at fiska av ótta fyri ikki at náa at fiska alla kvotuna, og tá var góðskan ikki heilt í topp. Nú er sildin bæði stór og góð, so tað er hugaligt, sigur Emil Petersen.
- Hesin túrurin gekk væl. Vit hava umleið 1900 tons, sum vit fiskaðu í eitt gott samdøgur. Vit fáa 3,75 krónur fyri kilo og høvdu ynskt okkum meiri, men korona hevur óivað trýst prísin niður, og tí er prísurin lægri enn undanfarnu ár. Vit eru nú lidnir við sildakvotuna og fara nú at royna eftir svartkjafti, sigur Emil Petersen, skipari á Tróndi í Gøtu.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Tvøroyri í dag, tá teir landaðu til Varðan Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald