- Í løtuni kenni eg tað bæði rætt og gott at fara avstað mín síðsta túr við hesum Klakki. Sjálvandi er tað bara eftirtíðin, sum kann prógva, um avgerðin at selja hendan og keypa Geir II, verður røtt ella skeiv, men beint nú kenni eg tað rætt og spennandi.
Tað sigur, garvaði línuskiparin og skipaeigarin, Líggjas Johannesen, í Klaksvík.
Soleiðis sær nýggja línuskipið út
- Tveir mans av Klakki eru nú umborð á Geir II, sum er til fiskiskap í Barentshavinum, og sum vit yvirtaka 2. januar 2020. Teir lata sera væl at skipinum, at arbeiðsgongdini umborð og, at alt riggar væl. So tað verður spennandi at fara til fiskiskap við honum umleið hálvan januar, um alt gongur eftir ætlan, sigur hann.
-Hetta árið er gott, tí vit hava avreitt fyri gott 40 milliónir krónur, og hava so hendan túrin eftir. Við nýggja skipinum vóna vit at avreiða fyri meiri pening, tí útreiðslurnar verða størri, sigur Líggjas.
Áðrenn sjómanstrúboðarin fór í land aftur, varð bøn biðin fyri fyri skipi og manning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald