Innanlands

Kunnu landa svartkjaft uttanlands til og við 29. februar

Dennis Holm, landsstýrismaður hevur lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-13 12:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa svartkjaft uttanlands til og við 29. februar 2024.

Frystivirkini taka ikki ímóti svartkjafti og skipini kunnu sostatt bert landa til ídnað. Tí er móttøkuorkan í Føroyum avmarkað og skipini mugu bíða eftir at sleppa framat at landa.

Til tess at tryggja, at stígur ikki kemur í fiskiskapin eftir svartkjafti grundað á væntandi móttøkuorku, verður frávik gjørt frá galdandi áseting um, at bert 15% kunnu verða landað uttanlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder