Innanlands

Kúrberg landað í Havn

Kúrberg landaði í gjár beint omanfyri 100.000 pund í Havn

Kúrberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Kúrberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-06-16 08:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Kúrberg landaði í gjár veiðuna í Havn.

Kúrberg hevur verið til fiskiskap eystan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tilsamans landaði Kúrberg líka yvir 102.000 pund, og nógv tað mesta var svartkalvi.

Tó vóru eini 14.000 pund av kongafiski eisini í lastini.

Kúrberg hevur roynt í 12 dagar eystan fyri Føroyar hendan túrin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder