Innanlands

"Landsliðsleikarar" tóku ímóti jólapakkunum

Væl upplagdir og vóru ikki bangnir fyri teimum avbjóðingum, sum ísfiskalívið býður sjófólki okkara

2018-11-20 15:22 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Nei, tað vóru eingir tannáringar, ið tóku ímóti sjómanstrúboðaranum, sum í gjár var umborð á isfiskatrolaranum Jaspis við jólapakkum frá sjómanskvinnuringunum.
Jaspis samtrolar við Ametyst.

Ikki tí, menninir sóu væl út, vóru væl upplagdir og vóru ikki bangnir fyri teimum avbjóðingum, sum ísfiskalívið býður sjófólki okkara.

Hóast teir koma ymsastaðni frá í Føroyum, hava ymisk arbeiðir umborð, so høvdu teir eitt til felags. 

Teir vóru allir “landsliðsleikarar.” Terji Hansen, stýrimaður, verður skjótt sjúti, meðan Jónhard Berg, og Jákup Zachariasen, sum loysa av sum maskinmaður og skipari, hava fylt sjúti ár.

Teir eru hvørki lidnir at liva ella at sigla, hóast teir hava verið á “landsliðnum” í nøkur ár.

Teir takkaðu hjartaliga fyri pakkarnar og siga, at sjómanskvinnuringarnir og Sjómansmissiónin ger eitt stórt og gott arbeiði fyri sjófólkið. 

Tað er hugaligt at fáa jólapakka, og ikki minst, um gevarin hevur skrivað navn á kortið, siga teir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder