Innanlands

Lang bíðirøð at sleppa at síggja nýggja skipið í bygdini

Hátíðardámur í Miðvági

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-12-11 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 14 tíðina stevndi nýggjasta nótaskipið í flotanum, Katrin Jóhanna, inn á Miðvág, og hornorkestur byrjaði at spæla.

Bilar stóðu allastaðni og fólkini vóru nógv. Jú, hátíðardámur í bygdini, nú nýtt skip er í Vága kommunu. Og tá Tummas Henriksen, reiðari, bjóðaði umborð var lang bíðirøð.

Katrin Jóhanna er keypt úr Noreg, og er bygt í 1997. Tað er 73 metrar langt og 12 metrar breitt.

Vit hava myndarøð um eina løtu.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder