Innanlands

Leitingin eftir teimum saknaðu steðgað

Tveir menn komu ikki afturíaftur eftir at Kambur sakk týsdagin. Nú verður ikki leitað longur

2024-02-10 23:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ikki leitað meira eftir teimum báðum monnunum á Kambi, sum eru saknaðir. MRCC upplýsir fyri VP í kvøld, at leitingin er avblást og at menninir vera roknaðir sum sjólátnir.

Stór leiting var fyrstu dagarnar við skipum, tyrlu og flogførum. Í allan dag hava Brimil og Tjaldrið leitað í økinum, har frystilínuskipið sakk, men tað hevur verið uttan úrslit.

16 menn vóru við Kambi tá hann sakk 17 fjórðingar ein útsynning úr Akrabyrgi týsmorgunin. 14 teirra vóru bjargaðir av tyrluni. Tveir - ein 47 ára gamal og ein 57 ára gamal, komu ikki afturíaftur.

Týsdagin verður sjóforhoyr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder