Innanlands

Líðhamar rent á aliring hjá Bakkafrost

Hvørki Líðhamar ella aliringur hava fingið nakað serligt av skaða

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

2018-11-01 13:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Líðhamar sigldi í morgun á ein aliring hjá Bakkafrost úti á pollinum har norðuri við Klaksvík.

Jón Purkhús, alileiðari fyri norðuråki hjá Bakkafrost, sigur við Norðlýsið, at eingin laksur er í ringunum, so at Bakkafrost helst sleppur undan at skifta ringin út, men heldur seta hann í stand aftur.

Jón Purkhús sigur, at nýtt smolt verður sett út í ringarnar í desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder