
Svartkjaftur, lodna og saltfiskur vóru í fokus, tá Varðin Pelagic og Delta Seafood bjóðaðu til sjógætistiltak a havnarlagnum á Tvøroyri í kvøld.
Kendi føroyski kokkurin Gutti Winther kemur suður at spæla sær við svartkjaftarávøru, nøkur av starvsfólkunum á Varðanum Pelagic gjørdu lodnurættir við asiatiskum íblástri, og Anna Mortensen frá Café MorMor gjørdi saltfiskarættir við fiski frá Delta Seafood.
Nógv fólk komu at royna smárættirnar. Myndirnar niðanfyri tók Varðin Pelagic:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald