Innanlands

Loyva 53% meiri veiðu av norðhavssild

ICES mælir til at strandarlondini kunnu hækka veiðuna eftir norðhavssild við 53 prosentum

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2018-10-22 11:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

ICES hevur í dag almannakunngjørt mest loyvdu veiðu fyri norðhavssild fyri komandi ár.

Tilmælið kom eftir at ICES hevði staðfest, at nýggja umsitingarætlanin, sum strandarlondini samdust um fyrr í mánaðinum, var burðardygg.

Talan er um eina 53% hækking í kvotuni av norðhavssild í mun til í fjør, skrivar Havstovan.

Gýtingarstovnurin av norðhavssild er 3,859 mill. t í 2018 og er tað oman fyri nýggja markið í umsitingarætlanini fyri nær varsemi skal vísast. Hetta førir við sær, at ikki er neyðugt at lækka veiðitrýstið vegna varsemisregluna.

Umframt hetta, hava strandarlondini í nýggju umsitingarætlanini avgjørt at hækka, hvussu nógv kann fiskast úr stovninum hvørt ár. Í gomlu umsitingarætlanini var hetta talið 0,125, meðan veiðitrýstið í nýggju umsitingarætlanini er sett til 0.14.

Stovnurin er í minking og hevur verið tað síðani 2009, hóast veiðitrýstið minkaði í tíðarskeiðinum 2010-2015. Veiðitrýstið er vaksið aftur síðani tá. Ein høvuðsorsøk til minkingina er, at tilgongdin hevur svikið hetta tíðarskeiðið. Tó er ein glotti at hóma, nú 2016-árgangurin er mettur at vera oman fyri miðal.

Talvan niðanfyri vísir tilmælið ella mest loyvdu burðardyggu veiðu (í tonsum) fyri norðhavssild í 2019 og broytingarnar frá 2018. Eisini sæst strandarlandakvotan (CS TAC) og mett veiða í 2018.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder