Av felagskvotuni við hámarki á 55.000 tons, eru nú 17.400 tons eftir. Hetta skrivar heimasíðan hjá felagnum Nótaskip.
Føroyska kvotan í 2023 er 132.000 tons, tá býtt er við onnur lond, umframt 11.000 tons, sum eru flutt frá 2022 eftir regluni um 10 prosent flyting.
Av hesum tilsamans 144.000 tonsunum eru 24.000 eftir at fiska. Av samlaðu veiðuni í ár eru 65 prosent fiskað í føroyskum sjógvi og 35 prosent í altjóða sjógvi.
Nógv tað mesta av makrelinum í ár er landaður til ídna, tí frystivirkini hava ikki tikið ímóti makreli síðan í juli.
Pelagos hevur tó hesa vikuna tikið ímóti tveimum lastum, sum hvør var 800 tons. Avreiðingarprísurin hevur verið góður, og í løtuni liggur hann um 7 krónur fyri kilo.
18 føroysk makrelskip eru úti í løtuni. 11 royna í altjóða sjógvi og sjey í føroyskum sjógvi. Hóskvøldið á midnátt fer undantaksloyvi til at landa makrel uttanlands úr gildi, og Vørn sigur, at treytin er, at landingin skal vera byrjað fyri midnátt.
Meira enn 50 norsk uppisjóvarskip royna eftir makreli tætt við føroyska markið. Tey hava ikki nakran rokfiskiskap, tí skipini sum selja um norsku uppboðssøluna í dag, hava bara 2-300 tons í hvørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald