Innanlands

Málið er at fáa fóðurflakan burtur

Ber til at bjarga virðinum, verður tað gjørt, men málið er so at fáa bátin burtur av sandinum á Víkum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-13 16:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólk frá Vága Bjargingafelag og Brimli hava í dag verið hjá Hellutanga, sum er rikin inn á sandin á Víkum, eftir at hann sleit í illveðrinum fyri viku síðani.

Tað hevur verið ókyrt, men í dag viðraði so mikið væl at tað bar til at koma nærri 70 metrar langa Hellutanga, og kanna hvør støðan er. Tað var ov ókyrt hjá kavarum at fara niður at kanna skipið.

Ætlanin er tó at royna seg við undirvatnsdronu, so greiða fast á, hvussu botnurin sær út.

Hetta er nakað sum fer at taka langa tíð, men ber til at bjarga virðinum, verður tað gjørt, sigur Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, við útvarpið.

Men høvuðsmálið er at fáa skipið burtur, so hann ikki stendur har, sum ein varði sum eingin er stoltur av upplýsir Atli Gregersen.

Ein rúmmetur av olju var í skipinum, tá tað fór av land.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder