Eyðfinn Johansen, skipari á Stelki, hevur fingið nógvar jólapakkar frá kvinnum í sjómanskvinnuringum. Hann minnist óivað best tann fyrsta pakkan, tí mamman tosaði um hann í mánaðir.
- Eg var bara fimtan ár tá eg fekk mín fyrsta jólapakka frá kvinnu úr einum sjómanskvinnuringi. Tað var ein góður pakki, men eg minnist ikki nú hvat var í, sigur Eyðfinn.
- Gevarin var ein genta av Kirkju, sum var javngomul við meg. Mamma kendi familjuna, sum hon helt nógv av. Mamma skrivaði eina tøkk og sendi hana til gentuna, sum hon royndi at para meg við. Mamma tosaði um pakkan og gentuna í mánaðir, men tað eydnaðist henni ikki at para okkum, sigur hann skálkaliga.
- Eg havi fingið pakka hvørt ár, burtursæð frá einum. Tað árið var eg við einum skipið sum lá sum vaktarskip í Norðsjónum. Vit fóru avstað í oktobur og tá hugsaði eingin um jólapakkar. Vit komu ikki aftur fyrr enn í januar. Vit royndu sum fræðast at hugna um á jólum, sigur hann.
- Eg takki kvinnunum fyri pakkarnar og eg haldi eg havi alt sjófólkið aftanfyri meg tá eg sigi tað. Pakkarnir fløva, stimbra og gleða, tí pakkin minnir okkum á, at onkur hugsar um okkum og biður fyri okkum, sigur Eyðfinn Johansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald