Innanlands

Mascot verður nú skrásettur í Klaksvík

Mascot hevur seinastu nógvi árini havt heimstað á Toftum

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-11-01 14:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línuskipið, sum seinastu tíðina hevur fiskað krabba, verður nú skrásett í Klaksvík, skrivar Norðlýsið

Mascot fær eisini navnið Borðoyarnes, sum er eitt kent skipanavn í Noroyggjum.

Tað er nú nakað av tíð síðani at tey trý, Christian Gudmund Mathisen og kona hansara, Árni Zachariassen og onnur gingu í eitt partafelag, ið yvirtók línubátin Mascot, og umgjørdu línubátin til Krabbaveiðu.

Talan var um royndarfiskiskap eftir krabba, og verkætlanin hevur eydnast somikið væl, at felagið nú hevur fingið nýggjar íleggjarar, og ætla at halda áfram við at veiða krabba nýggju mánaðir um ári.

Í samrøðu við Norðlýsið sigur Christian Guttorm Mathisen, sum er skipari á Mascot, at hendan tíðin fram til februar mánað er ring tíð at arbeiða við krabbarúsum.

Tí fara teir at leggja um nú til línu. Vit fara fyrst undir Føroyar, men annars hava vit loyvi á NEAFC økinum, har føroyingar hava átt 342 dagar, sum eru lítið troyttir, tí ætla vit at fara tann vegin hesa tíðina.

- Nýggja navnið verður Borðoyarnes, sigur Christian Gudmund Mathisen at enda, og nummarið verður KG 183. Borðoyarnes var skúlaskipið hjá mær og Árna Zachariassen átti eitt skiftið navnið, skrivar Norðlýsið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder