Innanlands

Fráfarni stjórin eigur upp ímóti níggju prosent av partabrøvunum

Bogi Jacobsen hevur verið stjóri í Varðanum síðan 2020 tá hann tók við eftir pápa sín. Nevndarformaðurin hevur onga viðmerking.

Bogi Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Bogi Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-17 18:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stjórin í einum av størstu feløgum í landinum, er í dag farin úr starvi.

Bogi Jacobsen hevur síðan 2020 verið stjóri í Varðin samtakinum, men nú eru hann og nevndin komin ásamt um, at hann fer úr starvinum beinanvegin.

Portalurin og FM1 hava seinnapartin roynt at fingið viðmerking frá Boga Jacobsen, men hetta hevur ikki eydnast. Per D. Jacobsen, nevndarformaður í Varðanum, hevur onga viðmerking, men vísir til skrivið á heimasíðuni.

Varðin samtakið í Gøtu er størsta reiðarí í Føroyum og eigur eisini í fleiri feløgum og virkjum á landi. Eginpeningurin í felagnum er góðar 2,1 milliardir krónur.

Bogi Jacobsen er eisini ein av eigarunum. Hann er sonur Jákup Jacobsen, Dunga Jákup, sum hevur verið við frá byrjan í 1985.

Sambært Kringvarpinum eigur Bogi Jacobsen umleið 8-9 prosent av partabrøvunum í Varðanum.

Fyribils stjóri í Varðanum verður Sámal Joensen, sum er tekniskur leiðari í felagnum. Nevndin fer nú undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra.

[object Object]Nýggja nevndin í Varðanum: Poul Arni Jacobsen, Per Dávidsson Jacobsen, Pól Øregaard Jacobsen, Frits Thomsen og Arni Rasmussen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Nýggj nevnd farin til verka
Nýggj nevnd tók við í felagnum í summar tá tríggir nýggir limir komu uppí. Hetta varð nevnt eitt ættarliðsskifti, og sigast má, at nýggju nevndarlimirnir ikki hava ligið sjóvarfallið av sær. Fyrst í juli tók nýggja nevndin avleiðingarnar av, at Grant hevur havt vánaligan rakstur seinastu nógvu árini, og læt vindeygavirkið í Vatnsoyrum aftur.

Í august setti nevndin Jákup Eli Thomsen sum nýggjan stjóra í P/F Varðanum Pelagic. Ein stjórasessur sum Bogi Jacobsen hevur røkt síðani Varðin keypti seg inn í virkið á Tvøroyri í 2012.

Jákup Eli Thomsen var frammanundan stjóri í Høvdavirkinum, sum Varðin eisini eigur. Við setanini var lagt upp til at gangnýta royndirnar tvørtur um bæði framleiðsluvirkini og samstundis styrkja samstarvið og samskipanina teirra millum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder