Innanlands

Methøgir laksaprísir í øðrum ársfjóðringi 2022

Stóra føroyska alifelagið fegnast serliga um, at lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð hetta seinasta tíðarskeiðið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-23 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing í ár var 587 milliónir krónur. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 509 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 41 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarhall á 108 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 119 milliónir krónur.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri: 

- Vit eru væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Vit fegnast serliga um, at lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið sera góð. Lúsatølini vóru metlág, í mun til sama ársfjórðing seinastu átta árini, fellið var lágt og vøksturin góður.

- En nakað eftir í Skotlandi

Stjórin í Bakkafrost heldur fram:

- Í laksaaling hava smáar broytingar stóra ávirkan á úrslitið. Áhaldandi menning og jaliga gongdin í hesum ársfjórðinginum er í stóran mun eitt úrslit av mongu tillagingunum, vit hava gjørt í alingini í Føroyum. Eitt nú hava vit gjørt tillagingar í smoltframleiðsluni, ið hava givið okkum sterkari og meira mótstøðufør smolt, sum klára seg betur á sjónum. 

- Í Skotlandi er enn nakað eftir, til vit hava lyft alingina upp á føroyska støðið. Millum annað skulu vit gera stórar íløgur í smoltstøðir. Við útgangsstøðinum í Skotlandi í huga, fara hesar at hava enn størri ávirkan á raksturin í Skotlandi, enn tilsvarandi íløgur hava í Føroyum. 

[object Object]
Regin Jacobsen, stjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Á heysti í fjør kunngjørdi Bakkafrost eina umfatandi íløguætlan á 6,2 milliardir krónur, harav íløgur fyri 1,7 milliardir skulu gerast í 2022. Fyri at fíggja hesar risastóru íløgur, er neyðugt at hava góð rakstrarúrslit, sum í hesum hálvárinum, har so at siga allur vinningurin er farin til íløgur og avseting til skatt, umleið helvt um helvt. Íløguætlan okkara skapar nógv virksemi í samfelagnum. Fyrsta hálvár í ár hava vit gjørt íløgur fyri 447 milliónir krónur, harav 261 milliónir krónur í Føroyum, og hava keypt fyri 1,2 milliardir krónur frá føroyskum veitarum. Afturat hesum hava vit goldið 250 milliónir krónur í lønum til føroyskar løntakarar og 510 milliónir krónur eru goldnar ella avsettar til tøkugjald, partafelags- og vinningsbýtisskatt. 

Methøgir prísir

- Laksamarknaðurin hevur hendan ársfjórðingin verið merktur av methøgum prísum. Matstovuvinnan hevur tikið seg upp aftur aftan á korona-farsóttina – samstundis sum alarar ístóran mun hava selt laks við sáttmálum. Sostatt hevur tøka nøgdin av feskum laksi á spotmarknaðunum verið lág, samstundis sum tørvurin á feskum laksi uppá stutta tíð er vaksin nógv. 

- Hóast eftirspurningurin framvegis er høgur og útboðsvøksturin avmarkaður, vænta vit lægri laksaprísir framyvir. Altjóða marknaðarprísurin á feskum laksi er fallin á eitt støði, ið líkist meira undanfarnum árum. 

- Stóra inflatiónin fer at ávirka kostnaðarstøðið hjá allari alivinnuni framyvir. Rávøru- og orkuprísir eru farnir nógv upp og fer hetta at hava neiliga ávirkan á úrslit okkara komandi tíðina.  Av tí at tað tekur útivið trý ár at ala ein laks, sæst kostnaðarøkingin ikki í úrslitinum enn, tí fullvaksni laksurin, ið higartil er tikin til slakt, í stóran mun endurspeglar kostnaðarstøðið í 2020-2021. Hækkandi kostnaðirnir fara tó at síggjast í úrslitunum hjá allari alivinnuni komandi tíðina – eisini hjá Bakkafrost, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

[object Object](Savnsmynd)

Tøkan nakað lægri 

Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi var 19.700 tons í kruvdari vekt, í mun til 28.200 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 17.100 tons tikin í Føroyum, í mun til 17.600 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 6.600 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 10.600 tons sama ársfjórðing í fjør.

Samlaða tøkan í fyrra hálvári 2022 fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 41.200 tons í kruvdari vekt, í mun til 49.200 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 30.600 tons tikin í Føroyum, í mun til 31.600 tons fyrra hálvár í fjør. Í Skotlandi vórðu 10.600 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 17.600 tons fyrra hálvár í fjør.

Tilsamans vórðu 6,2 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi, í mun til 5,2 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 3,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,8 milliónir smolt í Skotlandi.

Tilsamans fyri fyrra hálvár 2022 vórðu 10,4 milliónir smolt sett út, í mun til 9,3 milliónir smolt fyrra hálvár í fjør. 5,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 5,1 milliónir smolt í Skotlandi.

Góð hálv milliard lá eftir 

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 509 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til 348 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 617 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, samanborið við 343 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í øðrum ársfjórðingi, samanborið við annan ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 41 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 53 annan ársfjórðing í fjør. Óvanligt felli førdi við sær ein  kostnað á 57 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til 7 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 5,3 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2022 var 119 milliónir krónur, samanborið við 57 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.267 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi, 2022 í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok 2021. Bakkafrost hevði 2.924 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á øðrum ársfjórðingi 2022.

Á ársaðalfundinum í apríl varð samtykt, at gjalda 5,14 krónur út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 304 milliónir krónur, ið vórðu goldnar tann 20. mai 2022.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder