Innanlands

Metingarnevnd at viðgera menningarkvotur 2019 sett

Landsstýrismaðurin í fiskimálum hevur sett metingarnevndina

2019-03-01 15:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett metingarnevnd at viðgera mennigarkvotur. Tað skrivar Fiskimálaráðið í dag.

Við heimild í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2018 um fyrisiting av sjófeingi, við seinni broytingum og við heimild í kunngerð nr. 7 frá 7. februar 2019 um menningarkvotur hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tilnevnt hesar limir og varalimir í metingarnevndina:

Limir

  • Gestur Hovgaard
  • Arnbjørn Egholm
  • Guðrið Andorsdóttir
  • Rúna Hjelm
  • Bartal Dulavík

Varalimir

  • Mathea Hilduberg
  • Eyðun Leo

Gestur Hovgaard hevur arbeitt virkið innan gransking í mong ár við spurningum, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru viðkomandi innan økismenning. Gestur hevur millum annað granskað innan økini lokal og regional menning, virkisumsiting, vitanarsøga og vísindateori. Hann hevur givið skrivligt tilfar út um evnini. Gestur er útbúgvin samfelagsfrøðingur á lærdum háskúla í Danmark.

Arnbjørn Egholm hevur drúgvar royndir innan fíggjarvinnu og yrki innan peningastovnar millum annað við beinleiðis atliti at fiskivinnu. Somuleiðis hevur hann starvast innan vinnurekandi grunn eitt nú við verkætlanum í fiskivinnuni. Arnbjørn hevur harnæst royndir beinleiðis úr vinnuliga partinum av fiskivinnuni. Arnbjørn hevur bankaútbúgving í Føroyum.

Guðrið Andorsdóttir hevur drúgvar royndir innan útflutnings- og framleiðsluvinnuna av fiskavørum, tað veri seg innan góðskustýring og vørumenning. Hon hevur somuleiðis verið virkin innan granskingarumhvørvið í síni heild eins og  í alivinnuni. Guðrið er útbúgvin føðslulívvirkisfrøðingur á lærdum háskúla í Norra.

Rúna Hjelm hevur royndir innan føroysku alivinnuna og granskingarumhvørvið innan fiski- og alivinnu, tað veri seg í Føroyum og uttanlands. Hon hevur starvast uttanlands innan fiskivinnufyrisiting, vinnuráðgeving og sum sjálvstøðug vinnurekandi. Rúna hevur royndir innan íløguvinnu í Føroyum. Rúna er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærdum háskúla í Norra.

Bartal Dulavík hevur í mong ár starvast fyri útlendska fyritøku, sum í serstakan mun leggur áherðslu á gransking og gagnnýtslu av hjávørum í fiskivinnuni. Bartal hevur luttikið í fleiri verkætlanum, sum byggja á samstarv millum útlendingar og føroyingar, við tí fyri eyga at nýmenna og gagnnýta tilfeingið betur. Bartal er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærdum háskúla í Norra.

Mathea Hilduberg hevur í mong ár starvast innan fíggjarheimin og vinnulív. Hon hevur drúgvar royndir innan fíggjar- og marknaðarviðurskifti á leiðslustigi í Føroyum og uttanlands. Mathea er dagligur leiðari á Vinnuframa. Í hesi uppgávu fær hon serstakt innlit í íverksetaravirksemi, gransking og ráðgeving. Mathea er útbúgvin cand. merc. í samskifti og uttanríkishandli. Hon hevur harumframt víðkaða bankaútbúgving.

Eyðun Leo hevur í fleiri ár starvast á leiðslustigi í flakavirkisvinnuni. Seinastu mongu árini hevur Eyðun starvast á Fiskivinnuskúlanum, Miðnámi í Vestmanna. Í størvum sínum hevur Eyðun tilognað sær viðkomandi vitan innan fiskivinnuna, tað veri seg innan fiskiskap og framleiðslu, umframt íverksetan, royndir og gransking. Eyðun hevur útbúgving úr  Norra innan fiskivinnubúskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder