Innanlands

Minkandi nøgdir av toski at fáa á bankanum

Triðja árið á var minni at fáa av toski á Føroyabanka í mun til óvanliga góða árið 2023. Óvanliga nógv var eisini at fáa av upsa á yvirlitstúrinum hjá Jákup Sverra.

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2026-09-18 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, har allar 29 trolstøðirnar vóru tiknar. Úrslitið av túrinum er, at tað var minni at fáa av toski ár enn í fjør, meðan nøgdin á hýsu og upsa var meira enn miðal.

Miðalveiðan av toski var um 85 kilo pr. tíma samanborið við um 190 kilo í fjør. Hetta er triðja árið á rað, at nøgdin minkar eftir høga virðið í 2023. Umframt stóra toskin var eisini nakað at fáa av smærri toski, bæði um 30-40 sentimetrar og 60-80 sentimetrar til longdar.

Hetta bendir á, at yngri fiskur er á veg inn í stovnin, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu sterk tilgongdin er. Toskurin er nakað rak, serliga tann størri toskurin, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Túrurin vísti, at tað er framvegis nógv at fáa av hýsu, hóast nøgdin var minni enn í fjør. Hýsan var spjadd víða um Bankan og tykist sum heild at vera í heldur góðum holdum.

Óvanliga nógvur upsi

Óvanliga nógv var at fáa av upsa, og miðalveiðan var tann hægsta síðan 1996. Hetta komst tó í stóran mun av einum sera stórum háli.

Eisini var nógv at fáa av gulllaksi, serliga í einum háli sunnarlaga á Bankanum.

Miðalhitin við botn var 10,3°C. Hitin lá millum 8,5 og 11,5°C og var hægstur á grunna partinum av Bankanum, skrivar Havstovan. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder