Innanlands

Móttøka fyri Glyvursnes

Nýggja farmaskipið hjá Smyril Line, Glyvursnes, kom á Havnina í morgun á fyrsta sinni

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2023-12-31 14:53 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Klokkan 10 í morgun var móttøka fyri farmaskipinum Glyvursnes, sum á fyrsta sinni kom á Havnina.

Hans Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, bjóðaði vælkomin umborð og vælkomin til nýggjasta skipið í teirra flota. Hann segði nøkur orð um skipið og fegnaðist um, at felagið hevði vaksið um flotan og ynskti góða eydnu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og umboð fyri Tórshavnar Havn bóru eisini heilsan, og ynsktu góða eydnu.

Síðani var bjóða til drekkamunn og at síggja skipið.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Seinnapartin fer Glyvursnes av Havnini við kós móti Thorleikshøfn í Íslandi. Skipið kemur at sigla í fastari rutu millum Hirtshals, Tórshavn og Thorleikshøfn, sama ruta, sum Mistral hevur siglt síðstu árini.

Glyvursnes er bygt í 2000 og er eitt sokallað “Ro-Ro”, har alt góðsi verður koyrt umborð. Skipið er 153,5 metrar langt, 20.6 metrar breitt og hevur ein 21.000 Hk Wartsilá motor, sum er størsti motorur í føroyska flotanum. Skiparar verða Eljón Poulsen og Óli Hammer.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir reiðarínum tillukku og Guds signing við Glyvursnesi.

Sí fleiri myndir á Facebook-síðuni hjá Sjómansmissiónini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder