Innanlands

Myndir: So kom Markus

Nýggjasta skipið í grønlendska flotanum kostar 300 milliónir. Markus kom til Føroya í morgun eftir útgerð

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-03-14 23:14 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Nýggjasta skipið í grønlendska flotanum, Markus, kom á Fuglafjørð í morgun. Har tóku teir olju, áðrenn leiðin lá til Havnar eftir trolútgerð frá Vónini og lemmar frá Rock í Vági. 

Sigast má, at Markus er bæði eitt stórt og væl útgjørt rækjuskip, sum reiðaríið Qajaq Trawl í Nuuk hevur latið byggjað í Vigo í Spania fyri góðar 300 milliónir krónur.

Hann er 81 metrar langur og 17 metrar breiður. Motorurin er ein Bergen Diesel á 5400 KW. 

Hann lastar umleið 800 tons av rækjum, sum standa á plattum. Tá standa 21 eskjur á hædd á hvørjum platti. Lastin hevur tvær hæddir.

Markus skal royna í Vesturgrønlandi eftir rækjum við tveimum trolum.

Hóast frystiorkan er heili 180 tons um samdøgrið, so rokna teir ikki við at kunna arbeiða “meiri” enn umleið 120 tons.

Dupult manning er til skipið, og skiparar eru Suni Jakobsen og Arni Simonsen. 23 mans eru á hvørjari vakt. Bæði kvotan og manningin á fyrrverandi Markusi, sum er seldur, verður flutt yvir á hendan Markus.

Les eisini: Nýggjur grønlendskur trolari hevur hágóðsku útgerð úr Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder