Innanlands

Næmingar úr Runavíkar Skúla við nýggjari app á Atlantic Fair

Á maritimu messuni í Klaksvík nú um dagarnar var eisini høvi at hitta uppfinnararnar av nýggjari  app til ung

Vinnararnir av Skúla-FM og DM úr Runavíkar skúla her saman við stjóranum á Føroya Tele, á Atlantic Fair messuni í Klaksvík. Mynd Jan Müller

Vinnararnir av Skúla-FM og DM úr Runavíkar skúla her saman við stjóranum á Føroya Tele, á Atlantic Fair messuni í Klaksvík. Mynd Jan Müller

2024-05-30 13:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Seinnapartin mikudagin varð høvi hjá framsýnarum og vitjandi at hitta teir fýra limirnar í bólkinum NEXUM úr 10. flokki á Runavíkar skúla, sum herfyri vunnu skúlaFM og seinni eisini skúlaDM við eini nýggjari app, har ung kunnu søkja um arbeiði og fyritøkur kunnu søkja eftir ungum starvsfólki. Nýggja appin, sum er sera einføld og løtt at brúka. Á appini finnast so eisini starvslýsingar. 

Føroya Tele er stuðul hjá Skúla-FM og fegnast stjórin Kristian Davidsen um tiltakið og at hava kunnað stuðlað hesum. 

-Vit vilja sum fyritøka fegin stuðla innovatión og ungum fólkum, sum vilja gera nakað. Hesi  hava funnið ein møguleika, sum eg trúgvi veruliga kann skapa virði til bæði fyritøkur og tey ungu fólkini, sum søkja arbeiði. Og hetta kann heilt víst mennast til nakað nógv størri. tá tú hevur ungfólk sum bæði hava áræði og vitanina til at gera nakað. Tað er nakað, sum Føroya Tele fegið vil vera við til at stuðla. 

-Tú er gamal og nýggjur stjóri í Føroya Tele og hevur eftir øllum at døma fingið fatur í tí rætta endanum, teimum ungu. 

-Tá man fær fatur á teimum ungu, so er tað í hvussu er tann rætti endin og tað,sum framtíðin skal byggja á, tá vit ikki eru her meira. 

-So hetta lovar væl bæði fyri ungdómin og Føroya Tele?

- Ja avgjørt. 


[object Object] 
Vinnararnir av Skúla-FM og DM úr 10. flokki í Runavíkar skúla her á Atlantic Fair í Klaksvík saman við umboðum fyri Føroya Tele. Mynd Jan Müller


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder