Innanlands

Næststørsti trolari í heiminum á Fuglafirði eftir nýggjum troli

Margiris er 142 metrar long og 18 metrar breið

(Mynd: Vónin)

(Mynd: Vónin)

2020-09-25 13:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsins næststørsti trolari liggur í dag á Fuglafirði, har hann skal hava eitt nýtt trol frá Vónini.

Talan er um uppsjóvar- og verksmiðjutrolaran Margiris, sum hevur heimstað í Klaipeda í Litava. Margiris er næststørsta fiskiskip í heiminum, 142 metrar long og 18 metrar breið.

Skipið er komið til Fuglafjarðar fyri at taka eitt sokallað 2304 Capto trol umborð.

Hetta trolið varð upprunaliga gjørt til svartkjaftafiskiskap, men hevur eisini víst seg at vera væl egnað til sildafiskiskap, og tí hevur Margiris valt hetta trolið, skrivar Vónin í tíðindaskrivi.

Tað er hollendska felagið Parlevliet & van der Plas, sum eigur Margiris. Tveir aðrir trolarar hjá sama reiðaríi, Annelies Ilena (heimsins størsti, red.) og Maartje Theadora, hava eisini brúkt hetta trolið við sera góðum úrsliti, skrivar Vónin.

Margiris skipið er bygt í Tacoma í USA og sjósett í 1984. Í 1997 varð tað bygt um í Noregi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder