Innanlands

Næraberg skal landa svartkjaft í Kollafirði

Næraberg er seinasta skipið, sum er á svartkjaftaveiðu

Mynd: Næraberg

Mynd: Næraberg

2018-07-14 19:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystiskipið Næraberg skal landa fulla last í Kollafirði.

Upplýst verður, at Næraberg hevur fiskað svartkjaft í Føroyskum sjógvi, men at fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Teir hava fult skip - umleið 3200 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa í Kollafirði.

Áðrenn teir byrjaðu at landa, lógu teir norðanfyri, har teir vaskaðu og gjørdu klárt at koma inn.

placeholder
placeholder