2022-04-25 13:52
Nevndin í Sjóvinnufelagnum heldur fram óbroytt eftir ársaðalfundin hjá felagnum, sum varð hildin í Vinnuhúsinum mikudagin 20. apríl.
Nevndin í Sjóvinnufelagnum er mannað soleiðis:
- Leif Hovgaard, formaður
- Eli Lassen, næstformaður
- Anja Jacobsen, nevndarlimur
- Christian Danielsen, nevndarlimur
- Jannis Moraites, nevndarlimur
Á ársaðalfundinum stóðu Christian Danielsen og Jannis Moraitis fyri vali, og vórðu teir báðir afturvaldir, skrivar Vinnuhúsið.
Sjóvinnufelagið er vinnugreinafelag, sum umboðar seráhugamálini hjá føroyskum fyritøkum, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald