-Reiðaríið keypti skipið úr Grikkalandi í fjørheyst og í september var tað yvirtikið og siglt til Póllands. Har hevur tað fingið eina stóra yvirháling.
- Motorurin og lastalúkurnar eru høvuðsumvæld, og so er ein nærum nýggj gravmaskina sett í skipið, so tað nú er ein sokallaður sjálvlossari. Hóast nógv er gjørt við skipið, sum nú er í góðum standi, so er kortini okkurt smávegis eftir at gera enn. Tað sigur skiparin á Hav Saga, Jóhan Petur Olsen.
Hav Saga hjá reiðarínum Frakt - og Sand lá í vikuni á Kollafirði og lossaði sand til Landsverk.
Star Saga er níggjunda og nýggjasta skipið í flotanum hjá reiðarínum.
Hetta er aðru ferð, skipið er í Føroyum, síðani tað fór í vinnu 23. januar.
- Hav Saga er systurskip við Hav Nes, Hav Skandic og Hav Nordic. Hetta eru góð skip, hóast tey eru bygd fyrst í 1990unum. Hav Saga er bygd í 1990 og er tað elsta av teimum. Skipið er 75 metrar langt og 12,75 metrar breitt. Motorurin er ein Bergen Diesel á 2000 HK, sigur Jóhan Petur.
Týsmorgunin fór Hav Saga til Dalvíkar í Íslandi eftir hoyggi til Noregs. Sjey mans eru við Hav Sagu.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald