Uttanlands

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

Vísitalið er lækkað 42 prosent samanborið við í fjør, og útbreiðslan av makreli í Norðurhøvum er minkað munandi seinastu fimm árini. Hetta staðfesta árligu felagskanningarnar

Síðani 2020 er vísitalið lækkað heili 80 prosent

Síðani 2020 er vísitalið lækkað heili 80 prosent

2024-08-29 18:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv lækkar 42 % samanborið við í fjør. Hetta er annað árið á rað tølini lækka, men síðani 2020 er vísitalið lækkað heili 80 % (Mynd 1).

Útbreiðslan av makreli í Norðurhøvum er minkað munandi seinastu fimm árini. Makrelurin hevur tikið seg longur og longur eystur, og í ár er vestara markið út fyri eysturlandið í Íslandi. Somuleiðis er ein minking farin fram norðarlaga í kanningarøkinum, soleiðis at makrelurin nú stendur mest sum mitt í Norskahavinum (Mynd 2). Ein minking er eisini at síggja í føroyskum øki.

Í Norðsjónum minkaði vísitalið av makreli 18 % í mun til í fjør.

Vísitalið fyri norðhavssild lækkaði 24 % í mun til í fjør. Tað er serliga 2016 árgangurin, 8 ára gomul sild, sum sæst í kanningunum, og sum umboðar 56 % av allari sildaveiðuni. Hesin árgangurin er góður, meðan árgangirnir rundan um eru vánaligir. Útbreiðslan av norðhavssild sæst á Mynd 3.

Vísitalið fyri svartkjaft er á sama støði sum í fjør. Nógv av trý og fýra ára gomlum svartkjafti er at síggja víða um. Lítið er til av stórum svartkjafti, men nógv av yngli frá í vár (2024 árgangurin) var at síggja í útsynningspartinum av føroyskum øki. Útbreiðslan av svartkjafti sæst á Mynd 4.

Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðutølum frá í fjør, eru júst latin arbeiðsbólkinum WGWIDE, sum í hesum døgum ger stovnsmetingar av uppsjóvarfiski í ICES. Úrslitini av stovnsmetingunum verða tøk 30. september. Les alla frágreiðingina her.

Mynd 1. Mett nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2024.
Mynd 2. Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2024.
Mynd 3. Útbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av norðhavssild summarið 2024.
Mynd 4. Útbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av svartkjafti summarið 2024.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder