Innanlands

Nógv sild landað á Tvøroyri seinastu dagarnar

Uppsjóvarskipini Finnur Fríði, Tummas T og Tróndur í Gøtu eru øll komin inn við sild seinastu dagarnar

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-26 13:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri hava tey havt nógv at gjørt seinastu dagarnar.

Fyrstur inn at landa var Finnur Fríði, sum hevði umleið 1500 tons av sild, sum teir høvdu fiskað undir Íslandi.

[object Object]

Savnsmynd: Finnur Fríði - Kiran Jóanesarson

Teir komu á Tvøroyri fríggjanáttina, og tá ið teir høvdu landað, slapp Tummas T framat.

Tummas T hevði eina sildalast á 1200 tons sum teir somuleiðis høvdu fiskað undir Íslandi.

Tummas T verður liðugur at landa í dag, og síðan sleppur Tróndur í Gøtu framat at landa 1300 tons av sild, sum teir eisini hava fiskað undir Íslandi.

Øll skipini fara aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa. 

[object Object]Savnsmynd: Tummas T - Kiran Jóanesarson

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder