Innanlands

Nógvar landingar í Fuglafirði

Havsbrún tekur ímóti nógvum svartkjafti í hesum døgum

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-06-09 17:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Havsbrún í Fuglafirði hevur úr at gera við at taka ímóti svartkjafti frá uppsjóvarskipum.

Fagraberg hevur júst landað 2.900 tons av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Borgarin skal nú landa 2.500 tons, síðani skal norska uppsjóvarskipið Havfisk landa 2.500 tons, og so íslendska uppsjóvarskipið Håkun 2.100 tons.

Allur svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder