2025-01-10 07:26
Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera við at taka í móti svartkjafti frá føroysku uppsjóvarskipunum.
Christian í Grótinum, Gøtunes og Katrin Jóhanna eru øll komin inn at landa til virkið í Fuglafirði.
Christian í Grótinum hevur 900 tons, Gøtunes hevur 1.500 tons og Katrin Jóhanna hevur 1.100 tons av svartkjafti.
Skipini hava øll fiska í føroyskum sjógvi, og fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa. Tó verður helst farið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, har flestu uppsjóvarskipini eru í løtuni.
Hjá Havsbrún í Fuglafirði verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lysi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald