Innanlands

Norðborg er á makrelveiðu

Norðborg er fyrsta skipið, sum er farið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi í ár

Norðborg (Savnsmynd: Reiðaríið)

Norðborg (Savnsmynd: Reiðaríið)

2024-07-16 21:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Norðborg er fyrsta skipið, sum er farið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi í ár.

- Vit eru farnir at leita eftir makreli, og fiskiskapurin er smáligur, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.

Hann sigur víðari at Norðborg hevur verið úti í nakrar dagar, og tilsamans hevur skipið umleið 800 tons.

- Tann stóri makrelurin verður heilfrystur, og tann minni makrelurin verður avhøvdaður. Umframt hetta, so framleiða vit slógvi til at framleiða mjøl og lýsi, sigur Jón Rasmussen víðari.

Skiparin leggur aftrat, at tað er ringt at fylgja við makrelinum tá ið teir eru einsamallir á makrelfeltinum, men eitt sindur er at síggja.

- Leygardagurin var góður, men so var minni sunnudagin. Í gjár høvdu vit eitt hampuligt hál, og síðani hevur einki verið sigur Jón Rasmussen til endans.

Føroyska makrelkvotan er minkað munandi í ár 12 prosent av heildarkvotuni, sum er 65.000 tons.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder