Innanlands

Norðborg kom á Ánirnar í dag

Norðborg hevur 1320 tons av heilfrystum svartkjafti umframt mjøl

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-16 19:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjuskipið Norðborg kom fyrrapartin á Ánirnar, har teir skulu landa.

Norðborg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Norðborg hevur 1320 tons av heilfrystum svartkjafti umframt 150 tons av mjøli.

Norðborg fer aftur til fiskiskap í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder