Innanlands

Norðborg landar í Ánunum

Eftir ætlan fer Norðborg nýggjan túr mikudagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-23 12:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun byrjaði Norðborg at landa í Ánunum.

Teir hava 1200 tons av heilfrystum svartkjafti og 380 tons av mjøli, skrivar jn.fo.

Skipið kom á Fuglafjørð í nátt at bunkra, og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

Eftir ætlan fer Norðborg nýggjan túr mikudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder