Innanlands

Norðborg og Christian í Grótinum aftur á makrelveiðu í Grønlandi

Skipini steðgaðu í vikuni vegna fiskaloysi

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2018-07-20 08:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norðborg og Christian í Grótinum loystu í gjár, og settu kós móti Grønlandi.

Skipini skulu fiska makrel í grønlendskum sjógvi, har reiðaríið hevur eina lítla kvotu.

Fyrr í vikuni komu skipini heim, av tí at fiskaloysi var á leiðini, men nú upplýsir Hans Klakstein, at skipini, sum royna í Grønlandi hava rakt við, og tí hava teir sett kós móti Grønlandi aftur.

Norðborg loysti tíðliga í gjár, og teir vera væntandi at fiskileið í morgin.

Við Norðborg eru 26 mans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder