2018-12-12 07:22
Uppsjóvarskipið Norðingur úr Klaksvík, kom í gjár á Kollafjørð, har teir landaðu makrel.
Norðingur hevur fiskað í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at teir høvdu 1124 tons av makreli, sum teir landaðu til Faroe Pelagic.
Tá ið liðugt var at landa, skuldu teir rigga til at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald