2024-07-06 21:20
Uppsjóvarskipið Norðingur er komið á Fuglafjørð við 1.900 tonsum av svartkjafti.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og veiðan skal landast til Havsbrún.
Norðingur skal byrja at landa í morgin.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald