2026-06-11 09:20
Uppsjóvarskipið Norðingur landaði í gjár gulllaks í Miðvági.
norðingur hevur verið á gulllaksaveiðu undir føroyum, og veiðan bleiv landað uppí bilar í Miðvági, og síðani koyrd til Tavuna í Leirvík, sum skal virkað veiðuna.
Norðingur hevði umleið 130 tons av gulllaksi hendan túrin.
Vanliga landar Norðingur gulllaksin í Havn, men av tí at einki pláss var á Havnini, fór skipið á Miðvág at landa.
Norðingur er nú farin í Ánirnar at liggja til skipið fer aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald