2020-06-23 22:24
Uppsjóvarskipið Norðingur kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Teir hava 1800 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald