Innanlands

Norðingur landar sild í Kollafirði

Norðingur hevur 750 tons av sild, sum teir landa í Kollafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-02 09:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjár á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava 750 tons av sild, sum teir landa til uppsjóvarvirkið Faroe Pelagic.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu.

Á Tvøroyri landar Tróndur í Gøtu, sum kom inn í gjár við umleið 1200 tonsum av sild, sum teir eisini hava fiskað undir Føroyum. 

Teir landa veiðuna til Varðan Pelagic, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.

[object Object]Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Íslendska skipið Huginn hevur landað 1100 tons av sild, sum teir hava fiskað undir Íslandi.

Teir komu inn fyrr í vikuni, og landaðu veiðuna til Pelagos. Huginn fór aftur til fiskiskap í gjár. 

[object Object]Íslendska skipið Huginn (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder