2024-07-14 20:33
Uppsjóvarskipið Norðingur er komið inn við 1.900 tonsum av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Norðingur hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald